Á ólavsøku fer Annika Olsen, løgtingskvinna, at leggja uppskot fyri Løgtingið um at samtykkja at heita á landsstýrið um at gera lóggávu, so at tað ber til at stovna privat universitet í Føroyum.
Tankin um privat universitet er ikki nýggjur og er kendur í okkara grannalondum m.a. í Íslandi, sum í dag hevur trý privar universitet.
- Ísland hevur dugað væl at varðveita sínu ungu lesandi, umframt at eggja útlendskum lesandi til Ísland, sigur hon.
Hetta hevur ført við sær, at íslendingar hava eitt størri úrval av útbúgvingum.
- Havandi í huga trongu fíggjarligu støðuna, kundi tað verið áhugavert at fingið eitt alternativ til Fróðskaparsetrið í Føroyum, har tað er møguligt at taka eitt nú útbúgvingar í búskapi, sjóvinnu marknaðarføring ella aðrar útbúgvingar, sum okkara vinnulív eftirlýsir fyri eitt ávíst gjald, sigur Annika Olsen.
Treytirnar, sum eitt privat universitet skal lúka, kunnu vera, at tað lýkur øll altjóða krøv hvat viðvíkur akkreditering og ECTS skipanina, og at universitetið kemur undir Bologneavtalunu, sum er tann góðkenda evropiska skipanin innan hægri lestur, sigur Annika Olsen.