Á skránni er:
Tónleikur og rapp við DJ Kingz
Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin
Annfinn Brekkstein, formaður í Mentamálanevndini, ber fram eina heilsan
Sigtór A. Petersen, stjóri í J&K Petersen, ber fram eina heilsan
Bjørg Ólavsdóttir, forkvinna í Havnar Svimjifelag, ber fram eina heilsan
Annika Olsen, býráðslimur, er fyrsti svimjari í Langhylinum
Havnar Svmijifelag og leiðarin í Svimjihøllini skipa fyri svimjing
Bjóðað verður ein drekkamunnur í Gundadalsstovuni í Langhylinum, har høvi eisini er at bera fram eina heilsan.
Fyrsta skotið til langhylin varð latið av í februar 2021, og er talan um eina sera umfatandi verkætlan. Langhylurin hevur 10 geilar á 50 metrar og rúmar 600 áskoðarum. Eisini er vælveruøki við hitarumi, gosbaði og annað.
Langhylurin í Gundadali letur upp fyri almennari svimjing týsdagin 5. november.