Annika Olsen á umhvørvisráðharrafundi

Veðurlagsmál aðalevnið á norðurlendskum fundi hjá umhvørvisráðharrunum í Helsinki í gjár

Í gjár hittust norðurlendsku umhvørvisráðharrarnir á fundi at viðgera ymisk mál.

Veðurlagsmál fingu drúgva viðgerð, og vóru ráðharrarnir á einum máli um, at íkomna fíggjarkreppan ikki skal brúkast sum undanførsla í stóru avbjóðingunum, sum standa fyri framman at minka um útlátið av CO2. Eisini vóru ráðharrarnir á einum máli um, at arbeiðast skal miðvíst við at fáa eina avtalu um minking í CO2-útlátinum í Keypmannahavn á heysti 2009, hóast fleiri lond tykjast at vilja slaka orsaka av fíggjarkreppuni.

Annika Olsen, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, greiddi á fundinum sínum starvsfeløgum frá arbeiðinum at gera eina virkisætlan til minking av CO2-útlátinum í Føroyum, og at hon vónar at fáa eina breiða politiska semju um føroyska niðurskurðin í CO2-útlátinum undan veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn.

Sum eitt stig á leiðini hevur tað eydnast at rudda slóð fyri, at eisini umboð fyri Løgtingið kunnu luttaka á komandi partsfundum undir Veðurlagssáttmálanum í ávikavist Poznan í Polen í desember og í Keypmannahavn næsta ár, sigur innlendismálaráðið.