Tað er í dag kl. 13:30, at fyrsta skotið fyri Eysturoyartunlinum verður latið av Streymoyarmegin. Tað verður borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, sum fer at trýsta á knøttin.
Fyrsta skotið Eysturoyarmegin var latið av 21. februar og síðan tá hevur liðið borað 210 metrar av Strondum.
Í miðal verður væntað, at eini 50 metrar verða borðaðir um vikuna, men til tað krevst tvey lið at bora um dagin. Tað verður bert eitt lið á Streymoynni at byrja við. Tískil fer boringin ikki at ganga líka skjótt sum á Strondum.
Eysturoyartunnilin skal eftir ætlan verða liðugur í 2020 og verður tilsamans 11.2 kilometrar langur.
Tað er eitt sindur ivasamt hvussu fer at verða við grótinum, ið kemur úr tunnlinum. Byrjað var at fylla út á Sundi, men tjóðveldisumboð í býráðnum vildi hava hesum steðga. Bogi Andreasen, sum umboðar Fólkaflokkin í býráðnum í Tórshavn, segði hinvegin við KVF, at grótið verður koyrt inn á Sund, men at ein grønur geiri verður verandi millum havnalagið og útfyllingina.










