Annika Olsen stjelur ræðisrættin

– Sum borg­ar­stjóri í Eiðis komm­unu má eg boða frá, at tað undir ongum um­støðum kann góð­takast, at kunn­gerðin um røkt­ar­heim og eldr­a­sambýlið verð­ur sett í verk 1. sep­tember

Tað sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði, sum heldur, at tað er sólarklárt, at Annika Olsen er við at knúsa eitt vælvirkandi samstarv á eldraøkinum.
Hann heldur, at sam­starvið millum kom­mun­ur­nar í øki 2, hevur riggað fram­úr væl, men at henda kunn­gerðin lættliga kann ger­ast mønustingur í hesum sa­m­starvi.
Í øki 2 eru seks kommunur og fýra heim (í ymiskum kommunum). Tær seks kommunurnar skulu velja trý umboð í eina felags upptøkunevnd.
– Tað skal ikki nógv støddfrøði til at skilja, at minst ein kommuna kemur at standa við einum heimi og ongum umboði. Eiðis kommuna er fjórðstørst av kommununum og tískil er líkt til, at tað verður hon, sum ikki fær umboð í upptøkunevndina fyri sítt egna heim. Tað skal valdast útmanipulering. Men hetta er ikki tað, sum ræðir meg mest. Sjálv samansetingin av upptøkunevndini er meiri ræðandi. Í upptøkunevndina hevur almannaverkið tryggj­að sær meiriluta og for­mann og yvirtekur tískil allan ræðisrættin fyri hvør slepp­ur at brúka heimini, sigur Jógvan í Skorini.
Eiðis kommuna hevur í 1999 av sínum eintingum gjørt íløgu í eldraøkið fyri at geva eldru borgarunum í Eiðis kommunu eitt nøktandi tilboð.
– Hetta er ein íløga, sum allir borgarar í Eiðis kommu­nu hava goldið, og tí standa undrandi, nú Anni­ka er við at stjala ræðið á hesi íløgu. Somueiðis undr­ar tað stórliga, at nakar borgar­stjóri í Føroyum kann taka undir við kunngerðini. Borgar­stjór­ar eru valdir at verja áhugamálini hjá borgar­unum og als ikki at søpla burtur ta hart vunnu samansparing, ið vanlig fólk um­vegis kommunuskattin hava lagt til síðis til ellisár. Vón­andi eru tað onnur, sum varn­ast hetta óintelligenta snið­álop­ið, og nokta at lata sær lynda, sig­ur borgarstjórin á Eiði, sum spyr:
– Hví vaknar eingin lands­poli­tikkari? Talan er um rán á aljós­um degi. Eg vil staðiliga heita á landspolitikkarar og borgarstjórar um at hjálpa til at steðga ørðskapinum. Bæði kommunufeløgini hava longu mótmælt, sigur Jógvan í Skorini, sum hevur sína greiðu áheitan til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu:
– Tak kunngerðina aftur, og tak kommunurnar við upp á ráð.