Tað hevur elvt til hvast orðaskitið í Løgtinginum, at Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, setti landsstýrissess sín í veð.
Hon hevur lagt uppskot fyri Løgtingið, sum sigur, at vit skulu halda fram við skipanini, har inntøkan hjá einum hjúnaðafelaga verður mótroknast í pensjónini hjá hinum hjúnafelaganum.
Men eftir, at nógvir løgtingslimir hava funnist at hesum í Løgtinginum í dag, boðaði Annika Olsen frá, at hon skuldi loysa trupulleikan, sum hon málbar seg.
Og hon segði, at kláraði hon ikki at loysa tað fyri jól, var hon til reiðar at leggja frá sær.
Hetta fekk tinglimir úr andstøðuni, eitt nú Rigmor Dam og Bjørt Samuelsen at tala at, tí tey staðfesta, at Annika Olsen hevur snarað 180 stig.
Tær vísa á, at Annika Olsen hevur sjálvt lagt uppskot fyri løgtingið um at mótrokningin ímillum hjún skal halda fram og eftir ætlan skuldi Løgtingið atkvøða um tað nú seinnapartin.
Tinglimir í Trivnaðarnevndini vísa á, at landsstýriskvinnan hevur sjálv verið í Trivnaðarnevndini, har hon hevur argumenterað dúgliga fyri at varðveita mótrokningina.
Hon hevur eisini boðað Trivnaðarnevndini frá, at hon megnar ikki at loysa trupulleikin fyri nýggjár.
Samstundis hava umboðini samgonguna í Trivnaðarnevndini boðað frá, at tey taka undir við, at inntøkan hjá einum hjúnafelaga skal mótroknast í pensjónini hjá hinum hjúnafelaganum.
Tí halda tinglimir, at tað er at gera gjøldur burtur úr Løgtinginum, at Annika Olsen nú spælir martýr við at lova at "loysa ein trupulleika" og at fara frá, um so fer at tað ikki eydnast.
- Annika Olsen kann ikki loyva sær at sita í Trivnaðarnevndini og siga eitt og so koma í Løgtingið og siga tað beint øvugta. Tað er sera álvarsamt og ber boð um manglandi virðing fyri fólkaræðinum, helt Bjørt Samuelsen.
Rigmor Dam sigur, at hetta er ein glæntrileikur, tí landsstýriskvinnan hevur alla tíðina tvíhildið um, at mórrokningin skuldi halda fram.