Annika Olsen setti spakan í

Virkandi stjórin í Landsverki, Evald Kjølbro, segði, tá hann beyð vælkomin, at Annika Olsen hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at loysa málið við leirvíkarvegnum. Veðrið var gott, og væl av fólki var komið til løtuna í Leirvík í morgun, tá landsstýriskvinnan í innlendismálum, Annika Olsen, setti spakan í til nýggja vegin í Leirvík.

Evald Kjølbro, virkandi stjóri í Landsverki, vísti á, at norðoyartunnilin, sum varð liðugur og tikin í nýtslu 29. apríl í 2006, kom nøkur ár, áðrenn spakin varð settur í til nýggja vegin gjøgnum bygdina.

Hann vísti á, at Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa gongd á hesa verkætlan, sum í nógv ár hevur ligið á láni.

Annika Olsen vísti á orðatakið, at leingi er tað, ið væl skal vera.

- Leirvík er vinnulívsbygd og útróðrarbygd burturav. Tað er tí ikki undarligt, at staðið her við Kráartanga er valt til at seta spakan í til nýggja leirvíkarvegin.

- Her hevur mangur leirvíkingur gjøgnum tíðirnar staðið og tikið ímóti útróðrarmonnum, ið eru komnir aftur av útróðri.

Landsstýriskvinnan segði, at kommunan hevur lagt stóran dent á at varðveita karmarnar kring bátahylin í bygdini.

- Hóast bygdarfólkið hevur verið ymiskt á máli um, hvar vegurin skuldi liggja, vóni eg, at økið her niðri í bygdini, har vinnulívið og útróður eru, framhaldandi fara at blóma.

Annika Olsen segði seg eisini vóna, at hetta økið framhaldandi kann vera snúningarasin í bygdini, sum hon tók til.

At enda las landsstýriskvinnan upp eitt vers í yrking hjá Hans Andriasi Djurhuus, ?Tit sum í fjøru fóru...?

Síðan setti Annika Olsen fyrsta spakan í til nógv umrøddu vegagerðina.