- Tað er kommunan sum hevur skyldu til at syrgja fyri, at alt lív í Sandsvatni ikki kódnar í dálking.
Tað staðfestir Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum.
Og hon harmast um, at Sands Kommuna í fleiri ár hevur misrøkt sína skyldu á umhvørvisøkinum, so at kloakkir og onnur mannaskapt dálking ikki endar í Sandsvatni.
Sandsvatn er nú so illa dálkað, at tað stendur um lív og metingarnar vísa, at tað ganga bara heilt fá ár, so at alt lív í vatninum týnt.
Hendir tað, er ov seint at seta tiltøk í verk tí tá er vatnið steindeytt.
Hetta hevur verið kunnugt í fleiri ár og á tingfundinum mikudagin vildi Bjørt Samuelsen, tingkvinna, hava at vita, hvat landsstýrið hevur gjørt fyri at syrgja fyri, at spillvatn og onnur dálking ikki rennur í Sandsvatn.
Hon veit av, at tað er ábyrgdin hjá kommununi at syrga fyri at umhvørvið ikki verður dálkað, men hon undraðist á, at landsstýrið ikki hevur lagt størri trýst á Sands Kommunu fyri at fáa hana at taka sína skyldu í álvara á hesum øki.
Ikki nøktandi
Eisini Annika Olsen staðfestir, at tað er kommununan, sum hevur ábyrgdina á økinum og at Umhvørvisstovan skal hava eftirlitið, at kommunurnar halda sínar skyldu.
Hon sigur, at Umhvørvisstovan tekur málið í størsta álvara og í næstu viku fer Umhvørvssstovan til Sands at tosa við kommununa um málið og tað verður fylgt neyvt við gongdini og um kommunan fær viðurskiftini í rættlag.
- Tað er ikki nøktandi, at Sands Kommuna sum ábyrgdarhavari og umhvørvismyndugleiki á staðnum, ikki tekur trupulleikan um dálking á Sandsvatni í størri álvara, hartaði landsstýriskvinnan kommunustýrið á Sandi.
Og hon legði afturat:
- Tað er ikki nøktandi, at kommunan onki ger við ítøkiligu dálkingarkeldurnar við Sandsvatn, sum eru spillvatn frá meginskúlanum og tæðing hjá bøndrunum.
Og hon legði dent á, hvussu avgerðandi tað er at steðga hesum dálkingarkeldunum.
- Tá ið kommunan hevur fingið hesi viðurskifti í rættlag, verður mett um støðuna fyri at vita um tað er nøktandi.
- Ein oyðilagdur bygningur kann byggjast uppaftur. Men er eitt nátúruøki fyrst oyðilagt, bjargast tað ikki aftur.
Hon legði afturat, at tað er tann ósjónliga dálkingin, sum er tann hættisliga.
- Tí er tað avgerðandi at fáa viðurskiftini í sambandi við Sandsvatn í rættlag og tað við brestin og vit fara at fylgja málinum neyvt, segði landsstýriskvinnan.
Gevur ikki atkvøður
Hon helt, at ein orsøk til at umhvørvið ikki hevur verið raðfest so frammaliga, er, at tað gevur fleiri atkvøður at byggja skúlar, barnagarðar og annað.
At fáa kloakkviðurskiftini í rættlag er kansa ikki tað besta valagnið.
- Men her má vend koma í og umhvørvið má fáa fremstu raðfesting, segði hon.
Hon vísti eisini á, at kloakkarbeiði er serstakliga arbeiðsskapandi og tí mátti tað verið eitt gylt høvi hjá kommunum runt um í hesum døgum at raðfest kloakkirnar, tí tað fær nógvar hendur í arbeiði.
Bøndurnir dálka illa
Gerhard Lognberg vísti á, at sandoyingar eru komnir rættiliga væl áleiðis at binda kloakkirnar frá Meginskúlanum í rør, so at tað ikki longur verður veitt í vatnið og heilt skjótt er tann dálkingarkeldan sostatt burtur.
Men sambært Gerhard Olsen er tann stóri syndarin landbúnaðurin framvið vatninum. Serliga er tað tæðingin og tað, sum rennur úr køstunum, sum dálkar vatnið rættiliga illa, tí ein stórur partur av tøðunum renna lúkst í vatni, segði løgtingsmaðurin.
Onkur annar nevndi eisini, at tað, sum rennur frá handilstøðunum, dálkar eisini rættiliga illa.
Sum skilst eru tað eisini 17 húsarhald, sum hava sínar kloakkir rennandi í Sandsvatn.