- Er eitt hol í lógini, má tað tættast beinanvegin.
Annika Olsen, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, er púra paff av einum dómi í Føroya Rætti nú ein dagin, har tað verður staðfest, at tað er als ikki ólógligt at lata olju fara á sjógv, tá ið skip bunkra í føroyskum havnum.
Bæði Strandferðslan og førarin á einum tangabili vórðu ákærd fyri at hava latið 2400 litrar av olju renna á sjógv, einaferðina Teistin bunkraði í Skopun.
Talan var um óseketni, tí spunslið á tangabilinum varð ikki sett á spunslið til oljutangan umborð á Teistanum men á spunslið til smyrjoljutangan, sum tekur nógv minni.
Avleiðingin var, at einir 2400 litrar runnu á sjógv í Skopunar Havn, áðrenn mistakið varð uppdagað og kranin skrúvaður fyri.
Men niðurstøðan hjá Føroya Rætti er, at sum havumhvørvislógin er orðað, umfatar hon ikki oljudálking av bunkring.
Tá ið lógin tosar um at tað er ólógligt at burturbeina olju, skal tað skiljast sum um at tað er ólógligt at sleppa sær av við olju og tað hevur onki við bunkring at gera.
Sostatt vórðu bæði Strandferðslan og førarin á Tangabilinum fríkend.
Annars hevur fútin fleiri ferðir givið bót fyri at hava latið olju renna á sjógv undir bunkring, men fólk hava uttan at blunka betalt bøturnar og tí hevur ikki verið neyðugt at fáa málini fyri rættin. Hetta er sostatt fyrstu ferð, at eitt mál av hesum slagnum er roynt í rættinum og tað endaði altso við fríkenning.
Raðfest fremst
Hetta kemur púra óvart á landsstýriskvinnuna í innlendismálum, tí hon skilir ikki, hvussu rætturin kann koma til eina slíka niðurstøðu.
Hon fer nú beinanvegin at seta seg í sambandi við umsitingina fyri at vita, hvat vendir upp og, hvat vendir niður í hesum máli.
Roynt verður nú at fáa málið fyri landsrættin, men av tí, at revsingin bót og ikki fongsul, skal serligt loyvi fáast til vega fyri at fáa tað fyri landsrættin og tann avgerðin er ikki tikin enn.
Men Annika Olsen sigur, at bara tað, at óvissa er sáað um lógina á hesum øki, er nóg mikið til, at hon tekur málið upp.
- Er lógin ikki nóg tøtt á hesum øki, mugu vit taka tað upp beinanvegin og gera neyðugu broytingarnar fyri at beina allan iva av vegnum.
Hon leggur afturat, at sjálvandi skal tað vera revsivert at sleppa olju á sjógv, tá ið skip bunkra.
- So hetta kunnu vit slett ikki liva við, leggur hon afturat.
Kunngerðin er ávegis
Annars hevur ein kunngerð um oljubunkring verið á veg í heili fimm ár, men hon er ongantíð komin enn.
Men eisini tað ætlar Annika Olsen sær at gera nakað við.
Men tað er ikki í kjalarvørrinum á hesum málinum, tí hon sigur, at tað var longu í summar, at hon gav umsitingini boð um at raðfesta kunngerðina fremst og sostatt arbeitt verður við tí í løtuni.
Har eru kortini onkrir løgfrøðiligur spurningar, sum skulu kannast og útgreinast, so tað tekur tí, men tað verður arbeitt við málinum.
Men kunngerðin hevur sum so heldur onki við lógina at gera, so kann ivi sáast um hana, má hon broytast, sigur landsstýriskvinnan.
Les eisini greinina: Vil seta ferð á arbeiðið
at steðga oljudálking