Annika Olsen í øðini inn á forsætisráðharran

Tað, Helle Thorning-Schmidt sigur um føroysk viðurskifti, er langt úti, heldur landsstýriskvinnan í almannamálum

- Tað, sum danski forsætisráðharrin, Helle Thorning-Schmidt, segði í fólkatinginum um Føroyar í morgun, er langt úti.

Tað heldur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

 

Hon er í øini inn á sumt av tí, danski forsætisráðharrin segði um Føroyar, nú Fólkatingið varð sett í morgun.

Í røðu síni vísti Helle Thorning-Schmidt á, at Føroyar og Grønland hava stórar, fíggjarligar avbjóðingar.

Tey eldru verða fleiri og fleiri í tali og tey ið arbeiði verða færri og færri. Samstundis fara útreiðslurnar at økjast og sostatt er neyðugt við nýskipanum sum kunnu tryggja haldførið í búskapinum, segði Helle Thorning-Schmidt.

 

Hetta er rættiliga fallið Anniku Olsen fyri bróstið.

- Hetta er beinleiðis at leggja seg út í føroysk viðurskifti og hon eigur at fáa eina rættleiðing fyri tað, hon segði, helt Annika Olsen, tá ið hon viðgjørdi fíggjarlógina fyri næsta ár í løgtinginum fyri eini løtu síðani.

- Helle Thorning-Schmidt tykist at hava gloymt at vit yvirtóku øll pensjónsviðurskiftini í 1995, sigur Annika Olsen

- Tað var –fyri at siga tað bart út– eitt sindur langt úti at danski forsætisráðarrin , beinleiðis at koma við eini áheitan um, hvussu vit í føroyum skulu greiða okkara viðurskifti, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum.

- Tað er átaluvert, at hon soleiðis leggur seg út í føroysk viðurskifti, legði hon afturat. 

Annika Olsen er samd við Helle Thorning-Schmidt um, at tað er neyðugt at tryggja haldførið í búskapinum og at vit kunnu ikki lata standa til og bara taka avgerðir, sum tekkjast veljarunum.

- Vit vera noydd at fáa eina nýggja pensjónsskipan og eg vóni at vit eru sterk nokk til tað.

- Avbjóðingin er stór, har færri verða at forsyrgja fleiri og tað er bara ein spurningur, nær vælferðarskipanin hoyknar undir trýstinum, sum nú er, sigur Annika Olsen.

 

Eisini Janus Rein úr Fólkaflokkinum heldur, at tað er "beklagiligt" at Helle Thorning-Schmidt leggur seg út í føroysk viðurskifti, men hann heldur, at hetta ljóðar sum eitt ekkó av føroysku andstøðuni, so hann heldur, at tað verður borið ímillum londini.