Hann brúkar tað sum eitt skálkaskjól, at vit kannaðu møguleikan at gera ein tunnil undir Hoyvík. Men tað bleiv slept beinanvegin, tá Henrik Old svaraði einum fyrispurningi um tað í tinginum, har hann kveistraði tað av borðinum. Síðani hava vit arbeitt víðari eftir avtaluni, sigur Annika Olsen, sum heldur sannleikan vera, at Henrik Old ongantíð hevur strongt á at fáa pening til innkomuvegin í samráðingunum um fíggjarlógina.
Henrik Old segði í Degi og Viku í gjár, at framferðin hjá Anniku Olsen eftir býráðsvalið, tá hon byrjaði at tosa um ein tunnil undir Hoyvík, var orsøkin til, at játtanin til innkomuvegin í Havn var so lítil á fíggjarlógini næsta ár.
- Tað var ein diskussión millum kommununa og landið, um tað skuldi vera ein tunnil ella ikki, og av tí sama so blivu eingir pengar settir av tá, og tær sjey milliónirnar blivu settar av til eitt tunnilshold at bora runt um í landinum. Tað búgva altso fólk uttan fyri hetta økið eisini, greiddi Henrik Old frá.
Hann segði, at avtalan millum Landsverk, Samferðslumálaráðið og Tórshavnar kommunu ikki var í gildi, tá fíggjarlógarkarmarnir blivu viðgjørdir, og tí vóru eingir pengar settir av til vegin.
Hetta hevur fingið øði í Anniku Olsen, borgarstjóra í Havn.
- Hvussu kann ein landsstýrismaður standa og lúgva fyri opnari mikrofon? Hatta er so ræðuliga groft. Um hatta ikki fær avleiðingar, so veit eg einki, sigur Annika Olsen, sum heldur, at løgmaður má fara inn í málið.
- Hann brúkar tað sum eitt skálkaskjól, at vit kannaðu møguleikan at gera ein tunnil undir Hoyvík. Men tað bleiv slept beinanvegin, tá Henrik Old svaraði einum fyrispurningi um tað í tinginum, har hann kveistraði tað av borðinum. Síðani hava vit arbeitt víðari eftir avtaluni, sigur Annika Olsen, sum heldur sannleikan vera, at Henrik Old ongantíð hevur strongt á at fáa pening til innkomuvegin í samráðingunum um fíggjarlógina.
- Eingin hevur nakrantíð uppsagt avtaluna. Tað er bara býráðið, sum kann uppsiga hana frá okkara síðu. Hon hevur verið galdandi alla tíðina, so hann lýgur, tá hann sigur, at avtalan ikki var í gildi, sigur Annika Olsen, sum eisini vísir á, at fundarfrágreiðingar frá fundum millum kommununa og landsstýrismannin vísa, at tey í alt vár hava arbeitt sambært tunnilsavtaluni.
- So seint sum í septembur mánað lovar hann mær, at pengar skulu setast av á fíggjarætlanini til at gera fyrsta partin av innkoyringarvegnum, frá Kaldbaksvegnum, um Skarðshjalla, niðan á Hoyvíkshædd, sigur Annika Olsen.
Ætlanin er síðani, at tunnilsfelagið setur 27 milliónir krónur av at gera vegin frá nýggju rundkoyringini á Hvítanesi og niðan á Sandvíkarhjalla, har vegirnir báðir skulu hittast.
- Vit skiltust upp á, at Landsstýrið setur pengarnar av í 2018 og 2019 til at gera sítt, og so seta vit pening av í 2019 og 2020 til at gera íbindingarvegirnar lidnar, tá hinir vegirnir eru komnir somikið langt. Men nú eru brádliga eingir pengar settir av. Og tað gevur lítla meining hjá tunnilsfelagnum at gera sín part av vegnum, tá landið ikki ger sín part, sigur Annika Olsen.