Í gjár hevði Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, fund við Føroya Fiskimannafelag og Føroya Maskinmeistarafelag, har tey umrøddu málið um útlendska arbeiðsmegi umborð á føroyskum fiskiførum, sum hava fiskiloyvi í føroyskum sjóøki.
Landsstýriskvinnan staðfesti, at í teimum førum, har útlendingar skulu hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi sambært útlendingalógini, er tað sambært treytum í føroyskum sáttmálum.
Á fundinum varð millum annað umrøtt, hvussu reglurnar um arbeiðs- og uppihaldsloyvi hjá útlendingum umborð á nevndu skipum kunnu gerast greiðari. Landsstýriskvinnan upplýsti, at hon fer at taka málið upp við politisku flokkarnar á tingi.
Partarnir avtalaðu, at Innlendismálaráðið beinanvegin setir seg í samband við viðkomandi partar á arbeiðsmarknaðinum og myndugleikar fyri at viðgera trupulleikan við tí fyri eygað at nágreina ásetingarnar í útlendingakunngerðini hesum viðvíkjandi.