Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur sent út tíðindaskriv, nú løgtingið hevur samtykt fíggjarlógina fyri 2014.
Landsstýriskvinnan fegnast um, at játtanin til eldraøkið er munandi økt, soleiðis at eldraøkið í 2014 fær eina hægri játtan á 17,5 miljónir krónur.
- Hækkaða játtanin fer eitt nú til lønarhækkingar í sambandi við, at talið av eldri økist, og at ellis- og røktarheimið í Klaksvík í 2014 hevur fult virksemið. Stórur partur av eykajáttanirnar í 2013 innan eldrarøktina eru eisini framskrivaðar í 2014. Haraftrat eru lógarbundnar játtanir javnaðar, sum hon tekur til.
Annika Olsen vísir á, at frammi hevur verið, at játtanin til almannaøkið er skorin við 27,5 miljónum krónum av tí, at løgtingið sambært broytingaruppskotinum frá fíggjarnevndini hevur lækkað játtanina til almannaøkið í mun til fíggjarlógaruppskotið.
- Í høvuðsheitum er talan um lækkaðar metingar av lógarbundnum útreiðslum, eitt nú útreiðslur, sum eru avsettar eftir galdandi lóg. Veitingarnar til pensjónir og annað verða tí ikki ávirkaðar av hesum, men eftirmeta Almannaverkið og Almannamálaráðið javnan, um játtanin er nøktandi, ella neyðugt er við eykajáttan í mun til galdandi lóg.
Landsstýriskvinnan eri eisini fegin um, at játtanin til eitt Fountain Hús er hækkað til 2 miljónum krónum, at Barnabati fær hægri játtan, so at “Tú og eg ráðgevingin” aftur kann koma at virka og at Berin, sum er sjálvhjálparbólkur til børn, ið hava mist foreldur ella systkin, eisini fær hægri játtan.
- Eisini hevur Kvinnuhúsfelagið fingið hægri játtan til sálarfrøðiliga hjálp til kvinnur, ið hava verið fyri harðskapi. Haraftrat eru 400.000 krónur latnar heimleysum, og peningurin er ætlaður til hitastovuvirksemið.
Peningur er eisini settur av til nýggju føroysku teldutaluna.
Annika Olsen vísir á, at fíggjarnevndin í viðgerðini eisini hevur gjørt nakrar broytingar, og eitt nú er játtanin til felagsskapir, ið hjálpa vaksnum insestoffrum, broytt til, at henda játtan nú verður latin til KRIS. Eisini hevur Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark fingið hægri játtan.
- Eg harmist tó almikið um at løgtingið hevur strikað stuðulsjáttanina til Sjálvhjálpina, ið hevur virkað sum eitt ókeypis tilboð um anonyma hjálp til sjálvhjálp seinastu seks árini.
Annika Olsen leggur aftrat, at sjálvhjálpin, sum er óheft av átrúnaðarligum og politiskum hugburði, hevur eitt ráðgevingarlið, ið veitir neutrala og holla fakliga upplýsing, vegleiðing og ráðgeving til stakar uppihaldarar, einlig og pør, ið liva undir truplum viðurskiftum.