Annika Olsen fær átalu

Alfred Olsen, tingmaður, átalar alment sína egnu landsstýriskvinnu í samgonguni fyri eldrarøktina í Eysturoy

Alfred Olsen, tingmaður, heldur, at viðferðin, eldraøkið í Eysturoy fær frá Anniku Olsen, kann ikki góðtakast.

 

Tey eru bæði í samgongu, men nú átalar Alfred Olsen í almennai fráboðan, Anniku Olsen fyri at niðurleggja Heimið á Mýrunum og fyri at óviljan ímóti at lata stuðul til Sjóvar Kommunu at byggja eldrasambýli fyri

- Tíverri má eg ásanna, at handfaringin í Almannaráðnum av eldraøkinum í Eysturoynni hesi seinnu árini langt frá hevur verið nøktandi, er skoðsmálið hann gevur síni egnu landsstýriskvinnu í samgonguni.

 

Alfred Olsen sigur, at ístaðin fyri at stimbra og menna røktina á eldraøkinum, hevur Almannamálaráðið lagt fótonglar fyri einari nátúrligari menning innan eldrarøktina, saman við kommununum.

 

Her hugsar hann um ætlanirnar at niðurleggja Heimið á Mýrunum, har átta búpláss eru, og mótviljan til at geva Sjóvar kommunu loyvi til at fara undir eldrasambýli á Strondum.
 
- At Almannaráðið ikki hevur megnað sína uppgávu hesi seinastu árini, er bíðilistin í Eysturoynni týðiligt tekin um, har 100 fólk nú standa á bíðilista, harav 15 fólk hava bráfengis tørv at koma á ellisheim.

 

Alfred Olsen heitir tí alment á Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, um at sleppa øllum ætlanum um at niðurleggja Heimið á Múrunum og at játta Sjóvar kommunu, bæði at byggja og at játta pengar til raksturin av eldrasambýli á Strondum.

 

- Hetta er alneyðug fyri at bøta um vandastøðuna á eldraøkinum í Eysturoynni.

 

Hann heldur, at verður hetta ikki gjørt, er vandi fyri, at støðan verður vanlukkulig, tí støðan er bæði álvarsom og darvandi fyri allar partar í eldrarøktini í Eysturoy.

 
Alfred Olsen lovar at stuðla Anniku Olsen í at menna tænasturnar á eldraøkinum.

 

- Hinvegin vil eg átala og stríðast móti øllum tiltøkum, sum gera tænasturnar innan eldraøki verri, sum nú inni í Eysturoynni, har støðan er við at gerast sera álvarsom, sigur tingmaðurin úr Eysturoy við sína egnu landsstýriskvinnu.