Tað er nú greitt, at Annika Olsen, tingkvinna fyri Fòlkaflokkin, fær ikki limaskap í uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum.
Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins hevði annars heitt á formansskapin í Løgtinginum um at fáa Løgtingið at atkvøða um at velja tingnevndirnar av nýggjum.
Einasta broyting, sum ætlanin var at fremja, er, at Annika Olsen skuldi fáa sæti í Uttanlandsnevndini ístaðin fyri Jákup Mikkelsen.
Men tað vrakaði Løgtingið beint nú, tí bara 14 tinglimir vóru fyri og 17 vóru ímóti, og sosatt verður Annika Olsen framvegis tingkvinna við ongum nevndarsessi.
Tá ið Annika Olsen eitt skifti var limur í Framsókn, var hon forkvinna í fíggjarnevndini, men tann sessin misti hon, tá ið hon fór aftur í Fólkaflokkin, og nú hevur hon ongan nevndarsess.