Annika Olsen er atvoldin til ruðuleikan á eldraøkinum

Annika Olsen sigur í fjøl­miðl­u­num, at nógv umtalaða eldra­kunn­gerð­in er ein liður í at leggja eldraøkið út til kommunurnar. Og á síni vanga­mynd ákærir hon uppá tað harðasta kommunurnar fyri at sabotera útleggingina og bert hugsa um lokal áhuga­­mál. Kommunurnar standa spyrjandi.
Annika Olsen vil verða við, at kunngerðin um røktar­­heim og sambýli er ein liður í at leggja eldraøkið út til kom­m­unurnar. Við øðrum orð­­um er hennara uppáhald, at kunngerðin, hvørs aðal­mál er at miðsavna allan ræð­is­­rætt­in og umsiting á komm­­unal­um bústovnum und­ir Al­mannaverkið, er ein liður í at leggja økið út til komm­un­ur­nar.
Hetta er ein fullkomin and­­­­søgn í sjálvum sær. At mið­­­s­avna er jú tað øv­ugta av at legg­ja út. Tí kunnu kom­mu­n­u­­rnar ikki tulka hetta øðrvísi enn, at lands­stýris­­kvinn­an ella lands­stýr­ið ong­an veruligan vilja hava til at legg­ja økið út til kom­m­u­n­­ur­­nar kortini.
Á síni vangamynd um viku­­skiftið ákærir lands­stýr­is­­kvinn­­an kommunurnar fyri bert at hugsa um lokal áhug­a­mál. Hon sigur, at hesi somu lokalu áhugamál eisini vóru við til at forkoma kom­m­u­nal­­reforminum á sama hátt, sum tey nú eru í fer við at for­ko­ma útleggingina av eldra­­­økinum.
Fyrst er at siga, at sjálvt­sagda uppgávan hjá eini komm­­­unu er at hugsa og virka lokalt, og framum alt annað royna at tæna sínum egn­um borgarum. At ímynda sær annað er burturvið, hetta er ein av aðalreglunum undir kommunufulltrúini og sjálv kjarn­­an í grundlógarásettu kommunuskipanini. At lands­­stýr­is­kvinnan eftir øll­­um at døma ikki megnar at fyr­i­halda seg til hendan veru­leika, tó at hon bæði hev­ur verið býráðslimur og lands­stýr­iskvinna í komm­unu­mál­um, er kanska størsta atvoldin til sjálvan trupul­leik­an.
Landsstýriskvinnan hev­ur áður víst, hvussu lítla føl­ing hon hevur við tí, sum rør­ist lokalt. Í 2009 bar hon nið­an í løgtingið eitt tilmæli um ein kommunalreform. Sam­bært uppskotinum skuldu flestar av landsins komm­un­um avtakast mitt í ein­um valskeiði fyri síð­ani at leggjast saman í sjey komm­unalar eindir 1. jan­uar 2011. Longu undir aðal­orð­askiftinum varð øllum greitt, at ætlanin var deyðadømd.
Nú fýra ár seinni er hon í fer við at gera júst sama brølaran. Nú skulu all­ir eldr­a­bústovnar leggj­ast í øk­i­s­eind­ir undir Al­manna­verkinum. Við einum penna­stroki fýra mánaðir áðrenn, at eldraøkið skuldi leggjast út til kommunurnar, verður allur ræðisrættur, umsiting og sjálvboðin átøk, sum kommunurnar hava tikið á seg, tí landið í áratíggju hevur svikið borgararnar so dyggiliga, tikið frá kommununum.
Og so skilir lands­stýris­kvinnan ikki, at hetta lítla málið skapar so stóra øsing! Nei, enn einaferð hevur lands­stýriskvinnan ikki føling við, hvat rørir seg utta­n fyri skrivstovu sína.
Annika Olsen kann fyrst og fremst takka sær sjálvari fyri ta øsing, sum er íkomin. At hon í sjónvarpsstovuni fríggja­kvøldið royndi at flyta fokus og ákæra undirritaða fyri ikki at møta á
fundum, er henni til lítlan sóma. Sjálvur sjón­varps­verturin mátti gera vart við, at tað sømdi seg ikki, at legg­ja eftir persóni, sum ikki var til staðar og tískil fekk vart seg.
Men eg kann greitt vísa øllum hesum ákærum aftur, tí eg sum formaður í Kommunusamskipan Før­oya havi verið á øllum neyðug­um fundum í Al­manna­mála­ráðnum um útleggingina av eldraøkinum, og har tað hevur borist mær frá, hev­ur varamaður mín verið í mínum stað.
Vit kunna bara enn eina­ferð heita á Anniku Olsen um at gera sær sjálv­ari og tilgongdini at leggja eldraøkið út til kom­munur­nar tann beina, at afturkalla kunngerðina.