Annika Olsen: Einki bústaðarískoyti

Tilsamans 1.500 fólk hava skrivað seg upp á bíðilista hjá Bústaðum, og tí kann staðfestast, at eftirspurningurin er stórur.

Ein veruleiki er tó, at tey eru mong, sum ikki hava ráð at rinda kostnaði,sum kemur at vera á nýggju leiguíbúðunum.

5.000 krónur um mánaðin kostar leigan, men tá eru el, hiti og aðrar eykaútreiðslur ikki íroknaðar. Annika Olsen er landsstýriskvinna við almannamálum og hevur ábyrgd fyri økinum.

Hoyr samrøðu við Anniku Olsen við at trýsta á pílin.