Tær báðar løgtingskvinnurnar hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum eru til reiðar at fara í landsstýrið í eini møguligari nýggjari ABC-samgongu. - Eg haldi, at Fólkaflokkurin eigur at velja kvinnu í landsstýrið, og tað hevði verið natúrligt at spurt í tingbólkinum, áðrenn farið var út um løgtingið at leita eftir evnum, sigur Annika Olsen.
- Eg eri til reiðar at fara í landsstýrið, um áheitanin kemur, og málsøkið er tað rætta. Men tað er umráðandi, at fólkini, sum verða vald í landsstýrið, hava kvalifikatiónir á økinum, og enn vita vit ikki, hvørji málsøki, vit fáa í eini møguligari samgongu. Tí er alt framvegis opið, sigur Annika Olsen.
Løgtingskvinnan fyri Sambandsflokkin, Rósa Samuelsen, sigur, at hon er klár at fara í landsstýrið, um hon fær áheitan, men hon leggur eisini dent á, at tað veldst um, hvat málsøkið verður.
- Eg ætli mær ikki í landsstýrið fyri einhvønn prís, men um eg fái bjóðað eitt málsøki, sum eg kann taka á meg, so eri eg til reiðar, sigur Rósa Samuelsen.