Annika og liðfelagarnir møta Esbjerg í Final Four

Ein spennandi avbjóðing bíðar Nykøbing Falster í hálvfinaluni í donsku steypakappingini

Í Danmark er steypakappingin í hondbólti, eisini kend sum Santander Cup skipað sum "Final Four", tá fýra lið eru eftir í kappingini.

 

Millum tey fýra liðini sum eru eftir í kappingini er liðið hjá føroyska landsliðsmálverjanum, Anniku Fríðheim Petersen.

 

Liðið hjá Anniku, Nykøbing Falster skal møta Team Esbjerg í hálvfinaluni. Hin hálvfinalan er millum Odense og Silkeborg-Voel KFUM.

 

Millum fremstu leikararnir hjá Team Esbjerg er norski stórleikarin, Nora Mørk.

 

Final Four verður leikt vikuskiftið 1. og 2. apríl. Enn hevur danska hondbóltssambandið ikki valt hvar Final Four skal avgreiðast.