Annika og liðfelagarnir hava tapt fimm av seks dystum

Follo hevur fingið eina tunga byrjan í bestu norsku hondbóltsdeildini

Liðið hjá føroyska landsliðsmálverjanum, Anniku Fríðheim Petersen, Follo hevur nú spælt seks dystir í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Higartil hevur verið talan um ein sigur og fimm tap, og er Follo næstaftast í deildini við bert tveimum stigum.

 

Í vikuskiftinum tapti Follo á útivølli 32-33 (16-16) fyri Oppsal.

 

Kappingarneytin hjá Anniku, June Cecilie Krogh vardi málið hjá Follo størra partin av tíðini, tó slapp Annika tíðum á vøllin at verja málið hjá Follo. So eisini í Follo er kappingin hørð um at verja málið.

 

Komandi sunnudag hevur Follo heimadyst móti Fredrikstad.