Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen hevur verið heima í Føroyum og vant saman við hinum í landsliðshópinum fyri stuttum.
Í kvøld var hon aftur annar málverji hjá Nykøbing Falster, ið vann 28-23 á Aarhus í heimadysti í bestu donsku hondbóltsdeildini. Aarhus var á odda 16-15 í steðginum.
Kappingarneytin hjá Anniku, Cecilie Greve hevði eitt bjargingarprosent uppá 44 prosent í kvøld, og tí bleiv tað avmarkað við spælitíð til Anniku í kvøld.
Nykøbing Falster er saman við Ikast, Esbjerg og Odense fremst í deildini við 10 stigum.
Komandi mikukvøld tekur Nykøbing Falster móti Sønderjyske á heimavølli:
Støðan:
| Nummar | Lið | DYSTIR | STIG |
| 1 | Odense | 5 | 10 |
| 2 | Ikast | 6 | 10 |
| 3 | Team Esbjerg | 6 | 10 |
| 4 | Nykøbing Falster | 6 | 10 |
| 5 | Silkeborg-Voel | 5 | 6 |
| 6 | København | 5 | 6 |
| 7 | Aarhus United | 6 | 6 |
| 8 | Horsens | 6 | 5 |
| 9 | Viborg HK | 5 | 4 |
| 10 | Ajax | 5 | 4 |
| 11 | Randers HK | 5 | 2 |
| 12 | Ringkøbing | 6 | 2 |
| 13 | Skanderborg | 5 | 1 |
| 14 | SønderjyskE | 5 | 0 |










