Annika og Kaj Leo gjørdu ongan mun

Tað hjálpti einki hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum at stilla ávikavist Anniku Olsen og Kaj Leo Holm Johannesen til býrðasvalið í Havn. Tað vísti býráðsvalið í Havn í gjár.

 

Fólkaflokkurin hevði størstu afturgongdina, 2,2 prosentstig. Sambandsflokkurin gekk 0,2 prosentstig aftur. Og tá hava bæði Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin nógv minni undirtøku, enn teir hava havt í miðal seinastu 20-30 árini.

 

Vit kunnu sjálvandi seta tann hypotetiska spurningin, hvussu støðan hevði verið hjá teimum báðum flokkunum, um tey bæði tingfólkini ikki stillaðu upp, tí tey fingu nógvar atkvøður, ávikavist 332 og 366 atkvøður. Men flokkarnir gingu ikki fram.

 

Annita á Fríðriksmørk hjá Tjóðveldinum gjørdist nummar 11 á listanum hjá Tjóðveldinum við 92 atkvøðum.

 

Hjá Javnaðarflokkinum var tað bara Helen Dam á Neystabø av tingfólkunum – umframt Heðin Mortensen – sum megnaði at vinna sæti í býráðnum.

 

Niðanfyri sæst úrslitið á valinum í gjár samanborið við úrslitið í 2012:

 

 

 

2016

 

2012

 

munur

Flokkur

Atkvøður

%

Vald

 %

Vald

 %

Fólkaflokkurin

1.656

13,6

2

15,77

2

-2,2

Sambandsflokkurin

1.209

10,0

1

10,15

1

-0,2

Javnaðarflokkurin

4.767

39,2

5

41,3

7

-2,1

Tjóðveldi

3.375

27,8

4

22,51

3

5,3

Framsókn

1.093

9,0

1

5,83

0

3,2