Annika og Jógvan raktu gullið

Føroyskir bogaskjúttar hava í dag verið við í trimum av fýra finalum í sonevndari head-to-head kapping.

 

Absalon Hansen manglaði nøkur fá stig í at vinna sína kapping, men bæði Annika Vang og Jógvan Niclasen vunnu gull í sínum kappingum.

 

Sostatt vunnu Føroyar tvær av teimum fýra kappingunum í head-to-head bogaskjóting.