Annika og Follo stríðast í botninum

Follo hevur tapt sjey av átta dystum í kappingarárinum higartil

Gongdin er tung hjá landsliðsmálverjanum, Anniku Fríðheim Petersen og liðfeløgunum í Follo í bestu norsku hondbóltsdeildini. 

 

Follo hevur higartil tapt sjey av átta dystum hetta kappingarárið. 

 

Follo er aftast í deildini saman við Aker við bert tveimum stigum.

 

Í dag tapti Follo 26-29 fyri Byåsen. Í fyrra hálvleiki gekk av skriðuni. Byåsen var á odda 17-9 í steðginum.

 

Annika hevði eitt bjargingarprosent upp á 23 prosent, sambært hagtølunum.

 

Komandi mikudag tekur Follo móti Storhamar í dysti í norsku steypakappingini.