Er hetta avtalað spæl ella er nýggja samgongan skipað seint í kvøld?
Tað er spurningurin, sum nú má svarast so ella so. Tí so seint sum seinnapartin í dag skrivaðu umboðini hjá Fólkaflokkinum undir samgonguskjal við Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin og í Dagur&Viku í kvøld rósti Annika Olsen Heðini Mortensen til skíggja.
In.fo hevur í kvøld tosað við fleiri fólk í baklandinum hjá Anniku Olsen og Boga Andreasen og sum skilst var eingin, sum visti um hetta, fyrr enn fyri løtu síðani.