Annika mist álitið á Petru

Atfinningarnar móti sparingum á eldraøkinum eru somikið tyngjandi fyri landsstýriskvinnuna, at hon fyri tveimum vikum síðani fór undir tilgongdina at siga stjóranum úr starvi. Sjálv sigur Annika Olsen, at hon alt ov seint varð kunnað um spariætlanirnar innan økið.

- Sum landsstýriskvinna má eg fáa tingini at vita í góðari tíð.
Tað sigur Annika Olsen, sum hevur sent stjóran fyri Almannaverkið til hús. Fráfaringaravtalan er undirskrivað 5. juli, og hon frítekur Petru Johnsdóttir Joensen fyri allar uppgávur, sum hon annars hevur røkt úr stjórasessinum á Almannaverkinum. Tó skal hon vera til taks ”at ráðgeva um samanleggingartilgongdina í Almannaverkinum og svara fyrispurningum, ið kunnu stinga seg upp í samband við eitt komandi stjóraskifti,” sum tað er orðað.
Rembingarnar innan eldraøkið hava verið ógvusligar síðstu mánaðirnar. Tørvurin á pengum er størri enn játtanin á fíggjarlógini, og sparingarnar í kjalavørrinum á hesum veruleika raka hart.
Landsstýriskvinnan royndi at taka broddin av fráboðaðu sparingunum við eini eykajáttan, ið løgtingið samtykti 8. mai. Men økið manglar framvegis pengar, og kritikkurin er harður. Eitt nú er áhugafelagsskapurin Eldramálið sprottin beinleiðis burtur úr støðuni.
Annika Olsen er eftir øllum at døma eisini merkt av støðuni.
- Eg havi havt fund við leiðslurnar á ellisheimunum. Eg havi fingið nógv inntryk av støðuni innan eldraøkið. Og sum landsstýriskvinna kann eg ikki liva við, at ógvuslig inntriv verða gjørd í lívið hjá okkara gomlu, sigur Annika Olsen.
Og sambært landsstýriskvinnuni kom kunningin um fráboðaðu sparitiltøkini alt ov seint.
- Kunningin um avleiðingarnar av sparingunum kom ov seint, sigur Annika Olsen við greiðari adressu til Almannaverkið.
Tann støðan er, sambært landsstýriskvinnuni, somikið tyngjandi, at hon hevur mist álitið á Petru Johnsdóttir Joensen.

Yvirlitið
Eykajáttanin til eldraøkið á 4,1 milliónir krónur tekur sum longu nevnt bara broddin av sparingunum. Neyðugt verður tí við eykajáttan afturat. Viðurskifti, ið andstøðan vísti á, longu tá eykajáttanin var viðgjørd og samtykt 8. mai.
Men sambært landsstýriskvinnuni hevur hon framvegis ikki fult yvirlit yvir støðuna. Ta yvirlitið hevur Annika Olsen tí biðið sín aðalstjóra um at útvega sær. Eyðun Mohr Hansen er virkandi stjóri í Almannaverkinum, til annar stjóri er funnin.
- Eg vil hava eitt neyvt yvirlit og innlit í fíggjarstøðuna hjá Almannaverkinum, áðrenn vit kunnu leggja eina eykajáttanarlóg fyri løgtingið á ólavsøku, sigur Annika Olsen.
Kundi tú ikki fingið tað yvirlitið, uttan at koyra stjóran frá?
- Tað er nakað, sum bendir á, at tað bar ikki til, svarar Annika Olsen stutt.

Bygnaðurin
Almannaverkið hevur verið fyri umfatandi bygnaðarbroytingum í kjalarvørrinum á samanleggingini av Almannastovuni og Nærverkinum. Eldraøkið varð hildið uttan fyri bygnaðarbroytingarnar við tí grundgeving, at økið ætlandi skal leggjast út til kommunurnar 1. januar. Nú skal bygnaðurin kortini broytast.
- Ja, næsta stóra uppgávan verður at hyggja eftir bygnaðinum í eldraøkinum, sigur Annika Olsen.
Verandi bygnaðurin innan eldraøkið hevur verið fyri atfinningum, bæði úr løgtinginum, sum skuldi játta fleiri pengar til økið, og úr kommununum, sum ætlandi skulu yvirtaka økið á nýggjárinum.