Annika lyftir arvin

Eru Sigrid og Schandorff Vang ávíkavist drotning og kongur innan føroyska bogaskjóting, er eingin vandi fyri, at prinsessan ikki lyftir arvin

Bogaskjóting

 

Hon gjørdi tað aftur. Týsdagin togaði Annika Vang ótrúlig 30 stig aftur á 30 og metrum. Og mikudagin vann hon gull í face-to-face kappingini, har skjúttarnir kappast tveir og tveir við 12 pílum í part.

Umframt vanligt hegni at skjóta, so krevur hendan kappingargreinin meira enn nakað ein veldugan part av ítróttarsálarfrøði.

Norski guru’in innan økið, Willi Railo, skrivaði á sinni bókina, Bedst nær det gælder, og kanska hevur Annika kagað leysliga í hesa.

Í øllum førum prógvaði hon bæði í fyrradagin og í gjár, at hon veruliga hevur evnið til at sveiggja seg upp til tað sublima, tá mest stendur á.

Og tá seinasti ørvurin í uppgerðini móti Anu Sinikka Vassiliadis av Rhodos skuldi skjótast, var hetta eitt skúladømi um, hvussu tú ert best, tá mest stendur á. Fyri tveimum árum síðani vann Anu somu kapping, men hesa ferð var Annika sterkari undir trýsti.

Konsentratiónin var av slíkum slag, at áskoðararnir mest sum føldu, hvussu Annika kroysti alla ytru ávirkan burtur, áðrenn hon fór undir skjótingina. Og tá skjúttarnir vóru lidnir, og sigurin staðfestir, fall føroyska prinsessan innan bogaskjóting á knæ. Og tað gingu minuttir við tárum, klemmum og mussum, áðrenn tað eydnaðist okkum at fáa orð á hana.

- Hetta er fantastiskt. Eg visti, at eg mátti skjóta upp til mítt allarbesta, og tað gjørdi eg. 70 meturin er kanska tann veikasti parturin í mínari skjóting, men hesa ferð kláraði eg tað. Eg skeyt mín besta 70 metur nakrantíð, og tað var neyðugt, um eg skuldi vinna. Í hálvfinaluni skeyt eg 89 stig, men hesa ferð var talið 98, so beint nú eri eg bara ovur-ovur-fegin, staðfesti Annika Vang, tá sigurin var heima.

Og talan er veruliga um rimmar sigur. Við hesum hevur Annika nú skotið seg til gull í einstaklingakappingini – bæði í FITA-rundu og face-to-face. Prinsessan er vorðin ein drotning.