Annika kl 19: Fólkið valdi Heðin Mortensen

– Sitandi borgarstjóri hevur fingið eina so stóra álitisváttan frá veljarunum. Tað er demokartiið, sum hevur talað, og tað haldi eg eisini, at man skal virða.

 

Hesi orðini segði Annika Olsen, løgtingskvinna og býráðslimur fyri Fólkaflokkin í Degi og Viku.

 

Tveir tímar seinni hevði hon saman við Tjóðveldi tíðindafund, har flestu fjølmiðlar, uttan Miðlahúsið, vóru boðin við, har tey boðaðu frá, at nýggja samgonga verður skipað við Anniku Olsen sum borgarstjóra.

 

 

TRÝST HER fyri at síggja deg og viku í kvøld.