Annika er fødd og uppvaksin í Havn. Hon er dóttir Tove og Eyðun Johannesen. Fyrstu ferð hon stóð á palli var í sjónleikinum "Dagbók Onnu Franks", ið varð spældur á Venjingarskúlan í Havn síðst í sjeytiárunum. Annika gekk á sjónleikaraskúla við Aarhus Teater frá 1984-87. Eftir tað var hon knýtt at Aarhus Teater í nøkur ár. Síðan fyrst í 90-unum hevur hon arbeitt sum sjónleikari á Kongeliga Teatrinum í Keypmannahavn, har beiggin, Olaf Johannesen, eisini arbeiðir. Saman við Peter Litauer eigur hon 3 børn, dóttrina Lise Emilie og synirnar William og Osvald.