Sunnudagin orkaði eg illa at renna, og eg helt sjálv, at okkurt var galið, sigur Annika Ljósstein, sum er ivasom undan dystinum móti Neistanum
Síðani tá hevur hon verið hjá lækna, og umframt at hon hevur fingið staðfest hjáholubruna, umframt at talan møguliga eisini er um ein ferðil av lungnabruna.
- Um dystin móti Neistanumer eitt sindur ilt at siga, hvørjum vit rokna við. Eg havi als ikki sæð Neistan í ár, so einasta, sum eg havi at ganga eftir, eru úrslitini higartil, og tey hava verið svingandi hjá báðum pørtum.
- Hinvegin spæla vit sjálvandi fyri at vinna, og hesum fara vit sjálvandi at gera alt fyri at røkka, sigur Annika Ljósstein.
Annars leggur hon afturat, at eisini Anna Kristina Samson er ivasom, eftir at hon í dystinum móti VÍF fyri viku síðani fekk hald í ryggin.