Hundurin Brúni í Kvívíkar kirkju.
Dagblaðið ruddaði forsíðuna fyri 21 árum síðani, tá ið kendi Frændasangurin var sungin í kirkjuni í Kvívík. Høvið var barnadópur, og so hildu Steintór Rasmussen og onnur, at tey kundu syngja onkran sang, sum stolti pápin sjálvur hevði gjørt.
Men tað vóru ikki øll, sum tók so væl ímóti tí, og Dagblaðið legði við í eldin til kjakið. Tónin var ikki sørt harður og argandi, og tað vóru tey, sum ikki hildu tað hóska seg, at ein slíkur poppsangur var sungin í kirkjuni.
Síðani er nógv vatni runnið í ánni, og leygarkvøldið hitti Óli Breckmann, sum tá var blaðstjóri á Dagblaðnum, kvinnuna, sum fyri 21 árum siðani fór til dópin í Kvívík.
Hon eitur Annika Steintórsdóttir Biskopstø og er dóttir Jóngerð Biskopstø og Steintór Rasmusen, sum skrivaði sangin um Hundin Brúna.