Annika hevði bestu útgávuna

Í bólkinum Folk, Country og Blues

Á 70 ára føðingardegi sínum í november gav Annika Hoydal út fløguna Endurljós.
Fløgan varð væl móttikin, og nú hevur hon eisini vunnið eina heiðursløn, tá hon fyri í gjárkvøldið vann FMA-virðislønina fyri bestu Folk, Country og Blues útgávuna.


Hetta er ein út av trimum bólkum, har Annika Hoydal varð tilnevnd. Allar tilnevningarnar eru innan bólkin Folk, Country og Blues, og varð sangkvinnan tilnevnd til virðislønirnar Ársins kvinnuligi ella mannligi sangari, Ársins bólkur/einstaklingur og Ársins útgáva.


Hinar útgávurnar, ið vóru tilnevndar til virðislønina vóru Heitur kossur hjá Hanus G. & Cantabile, If the Ocean was Wine hjá Froðbiar Sóknar Blues Orkestur, Lívið er ein løta hjá Halli Joensen og The Flying Elephant hjá Punjab.