Annika í hernað ímóti smuglarum

RÚSEVNI Annika Olsen ætlar at taka øll vápn í nýtslu at forða fyri, at rúsevni verða smuglað til Føroyar, tí hon heldur, at støðan er skelkandi

- Gongdin er ræðandi og nú skal nakað gerast.
Annika Olsen er ikki sørt skelkað av, hvussu umfatandi smuglingin av rúsevnum er til Føroya.
Hon sigur, at fyrr var tað mest hassj, sum varð smuglað til Føroya, men eftir teimum upplýsingum, hon hevur frá løgregluni, hevur tað vundið meiri og meiri upp á seg hesi seinastu árini, at smugla sterkari rúsevni til landið.
- Løgreglan sær meiri og meiri til sterk evni sum amfetamin, metamfetamin, sum er upp aftur nógv sterkari, umframt kokain, ekstasy og heroin.
Tað, sum ræðir landsstýriskvinnuna mest av øllum, er, at hon stúrir fyri at tað er bara toppurin av ísfjallinum, sum vit síggja.
- Smuglararnir verða alsamt snildari og tí er vandi fyri at løgreglan bara fær hendur á einum lítlum brotparti av tí, sum kemur til landið.
Sostatt stúrir hon fyri, at trupulleikin er nógv størri enn tað, sum kemur fram í ljósmála.
- Smuglingin av rúsevnum er farin at líkjast eini vanlukku fyri samfelagið, tí fólkatalið er so lítið, at tað skulu ikki stórar nøgdir til fyri at beina fyri einum heilum ættarliði av umgdómi, sigur hon.
Nú ein dagin fingu tinglimir og landsstýrisfólk høvi at kjakast um støðuna viðvíkandi rúsevnum í Føroyum eftir at Jenis av Rana hevðu spurt landsstýriskvinnuna, hvørji tiltøk, hon ætlar at seta í verk at forða fyri, at rúsevni verða smuglað til landið.

Nógv verri umstøður
Tað skilst á henni, at hon ætlar sær rættiliga í hernað ímóti smuglingini og í hesum sambandi arbeiðir hon við fleiri møguleikum.
- Í veruleikanum eiga vit at taka øll vápn í nýtslu, sigur hon.
Í hesum sambandi leggur hon stóran dent á at geva løgregluni nógv betri umstøður at kanna brot á lógina um rúsevnum.
Hon staðfestir, at á hesum øki eru vit langt aftanfyri okkara grannalond.
- Okkara løgregla hevur nógv verri umstøður at uppklára brot á lógina um rúsevni enn løgreglan í okkara grannalondum
- Í hesum samandi eru Føroyar næstan at meta sum eitt svart hol og her skal okkurt henda, tí vit skulu ikki verða eitt smørhol fyri rúsevnasmugling, leggur Annika Olsen dent á.
Les eisini greinina: Løgreglan skal sleppa at lurta