Týsdagin 8. november verður kommunuval hildið kring landið. Ein av stóru spurningum tengdur at kommunuvalinum til Tórshavnar býráð hesaferð er, um Annika Olsen, løgtingskvinna hjá Fólkaflokkinum fer at bjóða seg fram.
Í januar mánað, tá Annika Olsen enn var uttan flokk, gingu søgurnar um, at Fólkaflokkurin royndi at lokka tingkvinnuna aftur í flokkinum við millum annað at bjóða henni møguleikan at gerast borgarstjóravalevni hjá flokkinum í høvðusstaðnum.
Hvørki Annika Olsen og Fólkaflokkurin vildu kennast við søgurnar, men stutt eftir, at hon aftur gjørdist partur av flokkinum, tók hon við sum forkvinna í Havnar Framburðsfelag, lokalfelagnum hjá Fólkaflokkinum í Suðurstreymoy, ið m.a. skipar fyri uppstillingini og valskránni til kommunuvalið.
Søgurnar eru eisini aftur byrjaðar at ganga, at tingkvinnan verður at finna á vallistanum hjá Fólkaflokkinum í november, men við in.fo í dag leggur hon dent á, at eingin avgerð er tikin enn.
- Avgerðin er ikki tikin enn. Eg bíði til eftir summarferiuna at taka endaliga støðu, um eg stillu upp til býráðsvalið.
Annika Olsen avvísir nevniliga ikki, at tað kann koma upp á tal, at hon stillar upp til komandi býráðsval.
- Eg vil ikki útiloka nakað, men tað er greitt, at talan er um eina týdningarmikla avgerð. Tað er eingin loyna, at eg havi tað sjónarmið, at man ikki skal røkja sessir í býráðnum og løgtinginum samstundis. Har eru enn nøkur mál, ið eg brenni fyri at útinna í landspolitikki, sigur tingkvinnan við in.fo.