Annika heldur fram sum stjóri í Granskingarráðnum

Fýra umsóknir vóru til starvið.

Tá umsóknarfreistin var úti, vóru tað fýra persónar, ið høvdu søkt starvið sum stjóri í Granskingarráðnum. Men tá starvið varð sett, var tað ein gamal kenningur, ið fekk tað.


Nevndin fyri Granskingarráðið hevur nevniliga avgjørt, at Annika Sølvará, ið var ein av teimum fýra umsøkjarunum, verður sett í fast starv sum stjóri í ráðnum. Tað verður upplýst á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum.


Sostatt heldur hon fram í starvinum, ið hon hevur røkt síðstu átta árini.


Tað var ein samd nevnd, ið metti at Annika Sølvará var besti umsøkjarin. Forkvinnan í nevndini fyri Granskingarráðið, Guðrið Andorsdóttir, verður endurgivin á heimasíðuni hjá ráðnum, fyri at siga, at ráðið hevur nógvar uppgávur fyri framman.


- Granskingarráðið hevur fleiri týðandi uppgávur fyri framman. Stuðulin til granskingarverkætlanir skal eftirmetast, og ráðið skal framhaldandi virka fyri at miðla um gransking. Eisini skal luttøkan í evropeiska granskingarsamstarvinum, Horizon 2020, styrkjast og mennast, sigur hon.


Annika Sølvará hevur kandidatútbúgving í enskum og søgu frá 1997. Hon hevur verið fyrisitingarleiðari á Fróðskaparsetrinum í 9 ár.