Annika heldur flaggdagsrøðu í Hvalvík

Mikudagin – 25. apríl – skipa skótarnir í Hvalvík fyri flaggdagshaldi.

Við hetta høvið fer Eiðis Ljómfelag at spæla og Sundakórið at syngja, meðan tað verður landsstýriskvinnan, Annika Olsen sum skal flyta fram røðu.

Tiltakið byrjar klokkan 14:15, tá skótarnir møta í skótahúsinum, og hagani verður farið í skrúðgongu til økið við missiónshúsið í bygdini, har sjálvt flaggdagshaldið verður.

Sagt verður, at eftir flaggdagshaldið verður tombola í skúlanum.

- Øll verða somuleiðis boðin til eina drekkamunn aftaná, sigur Bodil H. Laksáfoss, bólkaleiðari hjá skótunum.