Annika gevur Løgtinginum vælsignilsi til at kuta

Annika Olsen hevur ikki gingið kravinum frá Jógvan á Lakjuni á møti, men hon gevur Løgtinginum loyvi til at kuta sum tað vil

Annika Olsen vildi ikki ganga kravinum frá partamanninum, Jógvan á Lakjuni, á møti í gjárkvøldið, sjálvt um hann hóttir við at rýma úr samgonguni.

Sostatt vildi hon ikki taka uppskotið um broytingar í revsilógini aftur, sum Jógvan á Lakjuni kravdi og sum vit greiða frá í greinini omanfyri.

Men afturfyri gav hon Løgtinginum vælsignilsi til at kuta allar tær broytingarnar burtur, sum semja ikki kann fáast um.

Hon vísti eisini aftur, at hetta hevur nakað sum helst við tey samkyndu at gera, tí tað er longu samtykt og stendur ikki til at vika.

Tað, sum hetta snýr seg um, er at seta eitt stykki afturat upp í lógina um at herða revsingina fyri diskriminatión, sum verður framd sum liður í propagandavirksemi.

- Tað, sum liggur í propagandavirksemi er áhaldandi álop á ein ávísan bólk í samfelagnum ígjøgnum longri tíð.

-Tað kann einsvæl verða átrúnaðarligum bólki, ella ímóti jødum, legði hon afturat í Løgtinginum í gjárkvøldið.

Les eisini greinina: Annika lumpaði Jógvan.