Annika fyrsta landsstýriskvinna Fólkafloksins

Tað endaði, sum alla tíðina spátt, við at nýggju fólkini hjá Fólkaflokkinum í landsstýrinum gjørdust Jørgen Niclasen, Jacob Vestergaard og Annika Olsen Telvingarnar gjørdust drúgvar, og tingmanning og nývaldu landsstýrisfólkini pástóðu alla tíðina, at alt var opið og at har vóru nógv nøvn at velja ímillum.

Um so hevur verið er ikki hjá teimum uttanfyri standandi at siga, men tað er ein sannroynd, at tngingarnar tilsamans tóku 11 tímar. Hetta er sjálvandi leingi sæð í mun til teir 15 minuttirnar, Sambandsflokkurin brúkti, men hinvegin lítið í mun til ta tíð, sum Javnaðarflokkurin brúkar.

Hann er so hin seinasti flokkurin, sum skal finna trý landsstýrisfólk at manna nýggja ABC-landsstýrið.

Ymsu miðlarnir í Miðlahúsinum ? Sosialurin, Portalurin og Rás2 ? hava frá fyrsta degi sagt teirra boð upp á nýggj landsstýrisfólk hjá teimum trimum flokkunum, og nú tveir av trimum flokkum hava valt síni umboð kann bert staðfestast, at miðlarnir í Miðlahúsinum fingu púra rætt í teimum báðum førunum.

Jørgen Niclasen verður uttanríkismálaráðharri, Jacob Vestergaard fiski- og tilfeingismálaráðharri og Annika Olsen innlendismálaráðharri. Hetta merkir so, at fyrsta valda kvinna á ting fyri Fólkaflokkin, eisin verður fyrsta umboðs Fólkaflokkin í landsstýrinum.