Beint eftir páskir fer Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, á fund við býráðið í Eysturkommunu fyri at vita um tað ber til at finna eina loysn á Føroya mest umstrídda vegastrekki, sum er vegurin ígjøgnum Leirvík í sambandi við Norðoyatunnilin. Fundurin er komin í lag eftir at býráðið í eysturkommunu gjørdu bart herfyri og kravdi, at vegurin, sum er bundin í kommunuvegin verður grivin upp beinanvegin, sáddur við grasi og handaður kommununi aftur í sama standi, hann á sinni varð latin til vegin til Norðoyatunnilin.
Hetta merkir í veruleikanum, at vegurin til Norðoyatunnilin verður grivin av so at øll ferðsla ígjøgnum tunnilin má halda uppat.
Orsøkin til, at býráðið fer so harðliga til verka, er sjálvandi, at tað hevur drigið so leingi út at gera vegin og at heldur onki røkist fyri, at nakað hendir við tað fyrsta.
Men nú hevur Annika Olsen so biðið um fund við býráðið.
- Á fundinum fari eg at royna at fáa greiði á, akkurát, hvussu málið liggur og endamálið er so sjálvandi eisini at fáa at vita, hvat vit kunnu semjast um á økinum.
Sostatt vónar hon at finna eina semju, sum báðir partar kunnu vera nøgdir við.
Hartil kemur so eisini, at enn er ógreitt, hvat verkætlanin kostar. Settar eru 40 milliónir av til endamálið, men metingarnar vísa, at tað kostar 50. Seinastu tíðina hava tey tískil roynt at samráðast seg fram til ein lægri prís.
Tá ið tað er greitt, hvat semja fæst um og, hvat tað kostar, fer Annika Olsen at royna at fáa undirtøku í samgonguni fyri at seta tað í verk.
Tí hon skilir væl, at tolið hjá teimum er uppi.
Í býráðnum í Eysturkommunu eru tey væl nøgd við fáa fund í lag við landsstýriskvinnuna.