Annika fær leikbann

Málverjin, Annika Fríðheim Petersen, hevur fingið leikbann í ein dyst eftir bláa kortið sunnudagin.

Heilt stóra samrøðuevni eftir spennandi dystin ímillum Kyndil og H71 sunnudagin, var støðan, tá ið málverjin hjá H71, Annika Fríðheim Petersen, fekk og blátt kort í eini støðu, tá ið hon - eftir at hava fingið eitt skot í andlitið á sær, hótti við at tveita bóltin eftir Karini S. Midjord, sum hevði skotið.

Sí eisini:

Reytt kort og drama á Hálsi

Dómararnir vístu bæði reyða og bláa kortið, og tað bláa merkti, at støðan skuldi viðgerðast víðari.

Tann viðgerðin er nú liðug, og Annika Fríðheim Petersen hevur fingið leikbann í ein dyst, sigur Ári Rouch frá Hondbóltssambandi Føroya.

Ári Rouch greiðir frá, at frágreiðing var skrivað og send H71 til hoyringar - og felagið hevði ongar viðmerkingar til frágreiðingina.

Málverjin er í løtuni í Íslandi við landsliðnum, og má bíða við at spæla við H71 til 8. desember. Hon skal sita leikbannið hjá sær 1. desember í dystinum millum H71 og VB í Hoyvík.