Kvinnuliðið í fótbólti hjá ÍF Føroyum hevur fingið ein nýggjan venjara. Hesum boðar felagið frá umvegis heimasíðu sína.
Talan er um Anniku Godtfred, sum á fyrsta sinni skal royna seg sum fótbóltsvenjara.
Annika Godtfred hevur drúgvar royndir úr føroysku landskappingini, har hon hevur umboðað HB, og hon hevur í 107 dystum skorað 64 mál. Umframt royndir úr føroyskum fótbólti hevur Annika roynt seg í donskum fótbólti, síðani hon í 2002 flutti til Keypmannahavnar at útbúgva seg.
- Vit í ÍF Føroyum síggja nógv fram til samstarvið og gleða okkum til eitt spennandi kappingarár við stórum og spennandi avbjóðingum, sigur felagið.
Kvinnuliðið hjá ÍF Føroyum skal í ár royna seg í Kvinnuseriu Eystur, sum tað kallast.