Annika er munurin

Venjarin hjá SÍ-kvinnunum, Johan Petur á Stongum, var ovurfegin eftir finalusigurin og gullið í ítróttarhøllini á Eiði í gjár.
– Hetta var fantastiskt, og nú eri eg øgiliga glaður. Hetta var ein góð og vælspæld finala, segði hann, meðan tað næstan ikki bara til at gera samrøðu við hann, tí fegnir sørvingar og onnur alla tíðina vildu heilsa uppá og ynskja tillukku.
Men hvat er so munurin á SÍ og rest?
Annika á Stongum, hevarin hjá okkum. Hon kann heva bóltar, har móttøkurnar kanska ikki liggja so væl. Hon tuskar runt á vøllinum eftir teimum og klárar at heva upp til ein álopsspælara, sum kann sláa hann niður í gólvið.