Annika er besti ungi bókaseljarin

Almenn móttøka var í bókahandlinum Rit&Rák í SMS týsdagin í sambandi við at 29 ára gamla Annika P. Árting úr Havn er kosin sum besti ungi bókaseljarin í danska ríkinum.

Annika er júst liðug við útbúgving sína sum bókahandlari. Útbúgvingin tekur vanliga fýra ár, men tá Annika hevur FHS og HF prógv, var lærutíðin einans tvey ár.


Í grundgevingunum fyri at verða kosin ”Årets Unge Boghandler” stendur m.a. um Anniku: ”Ársins besti ungi bókahandlari hevur verið fakliga væl fyrireikað undir útbúgvingini og víst stóran áhuga fyri fakinum, eins og hon er fyritakssom og góð at samstarva við”


Annika fær eisini eina ferð til Frankfurt, har 52. altjóða ráðstevnan fyri ungar bókahandlarar verður hildin í hesum mánaðinum. Tað var Jens Clausager frá Boghandlerforeningen í Keypmannahavn, sum handaði Anniku heiðursbrævið.