Annika borgarstjóri í Havn

Framsókn, Tjóðveldi og Fólkaflokkurin hava júst skipað samgongu.

Í kvøld er tað, sum frammanundan tóktist sikkurt, kúvent, nú aðrir flokkar hava skipað samgongu í Havn. 

 

Í nátt kom annars eitt tíðindaskriv frá Heðini Mortensen um, at Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin høvdu skipað samgongu við Heðini Mortensen á odda, men nú er borgarstjórin koppaður. 

 

Annika Olsen verður nýggjur borgarstjóri og aftrat sær hevur hon Tjóðveldi og Framsókn. 

 

Vit kunnu sostatt staðfesta, at tað er meiriluti av kvinnum í samgonguni á Vaglinum. 

 

Meðan Annika Olsen, borgarstjóri umboðar Fólkaflokkin eru Bergun Kass, Framsókn og Gunvør Balle, Turið Horn og Marin Katrin Frýdal umboðandi Tjóðveldi aftrat henni.

 

Umframt kvinnurnar eru eisini Bogi Andreasen í Fólkaflokkinum og Jákup Dam í Tjóðveldi.