Annika bjóðar Jørgeni av

Annika Olsen boðaði í gjárkvøldið frá, at stillar upp til formansvalið í Fólkaflokkinum. Men hon sigur samstundis, at hon ger tað aftan á løgtingsvalið.

Tað er stóra undirtøkan á fólkatingsvalinum, sum hevur fingið hana at taka endaligu avgerðina um at stilla upp.

Fólkaflokkurin hevði fund í gjárkvøldið, har valevnini vórðu endaliga góðkend, og har flokkurin gjøgnugekk valskránna, sum skal prentast fyrsta dagin.

Greitt er, at flokkurin ikki er samdur um formansvalið, tá Annika Olsen soleiðis bjóðar sitandi formanni av. Men sum Portalurin skilir tað. so góðtók fundurin fráboðanina hjá Anniku Olsen, og fólk fóru til hús í góðum valhýri.

Tað er stutta skotbráið til løgtingsvalið sum ger, at Annika Olsen ikki vil í valstríð fyri valið, hóast hon fyri valið boðar frá, at hon bjóðar sitandi formanni av, so valstríðið hjá Fólkaflokkinum fer uttan iva at verða merkt av formansvalstríði eisini.

Landsfundurin hjá Fólkaflokkinum verður 26. november.