Annika Árting, sum júst er liðug við útbúgving sína hjá Rit og Rák í SMS, verður komandi týsdag heiðrað við heiðursbrævi og gávu frá danska bókhandlarafelagnum. Hetta fyri framúr avrik hennara sum næmingur og ikki minst fyri próvtøkuna, har hon fekk 12 fyri høvuðsuppgávu sína.
Annika byrjaði lutfalsliga seint í læru, men í grundgevingunum verður sagt, at tað helst hevur verið ein fyrimunur hjá henni, at hon við hesum hevur havt góðar møguleikar at nema sær eina breiða vitan um vinnu- og handilslív. Undan lærutíðini hevði hon millum annað starvast á pizzaria, bryggjaríi og grannskoðarastovu.
Sjálv sigur Annika, at tað var mest sum av tilvild, at hon gjørdist næmingur í Rit og Rák.
- Eg byrjaði at hjálpa til nakrar tímar í desember mánaði 2005. Tímarnir gjørdust tó somikið nógvir, at eg ætlaði at gevast, sigur Annika, sum eigur børnini, Sólva (9) og Boga (7).
- Men ístaðin tók eg av, tá tað stóð mær í boði at koma í læru, og eg havi trivist væl í hesum, sigur Annika.
Umframt heiðurin, sum verður handaður á almennari móttøku klokkan 16.00 týsdagin, fær Annika eisini eina ferð til Frankfurt, har 52. altjóða ráðstevnan fyri ungar bókahandlarar verður hildin í ár.