Annika avvísir ognarskatt

Tað verður ikki við hesum býráðsmeirilutanum, at ognarskattur verður settur í verk í høvuðsstaðnum. Tað er boðskapurin í lesarabrævi, ið borgarstjórin hevur sent fjølmiðlunum í kvøld, aftaná at føroyskir miðlar hava skrivað um eitt uppskot hjá býráðsmeirilutanum um at innføra bústaðarskyldu í høvuðsstaðnum.


Les eisini: Nú skal bústaðarskylda vera í húsum í Havn


Í lesarabrævinum leggur borgarstjórin út við at gera greitt, at um broytingar verða gjørdar, so verður tað við afturvirkandi kraft og at talan ikki er um ognarskatt.


- Í fyrsta lagi er at siga, at talan verður ikki um bústaðarskyldu við afturvirkandi kraft. Talan er jú um rættiliga stór inntriv í persónliga ognarrættin, so hetta er ikki ein partur av loysnini. Í øðrum lagi er ikki talan um ognarskatt, tí hesum er als ikki politisk undirtøka fyri, skrivar borgarstjórin.


Harnæst vísir hon eisini á, at ein møgulig bústaðarskylda ikki fer at galda fyri alla kommuna, men ávís økir, har kommunan ynskir at tryggja trivna og fólkavøkstur.


- Nevndu dømini í Tórshavnar kommunu eru býlingurin úti á Reyni og í Nólsoy. Vit vilja tryggja okkum, at tá ið kommunan stykkjar út eitt nú sum vit gera í Nólsoy, at bústaðarskylda verður lýst. Hetta fyri at tryggja trivnað og fólkavøkstur í oynni. Somuleiðis eru tað býlingar, har hús standa tóm og myrk. Hetta er als ikki gagnligt fyri trivnaðin, skrivar Annika Olsen.


Til ber at lesa alt lesarabrævið við at trýsta á her.