Annika avloysir Søvndal

Annika Smith, fjóri limurin hjá SF í Keypmannahavn, tekur í morgin sæti í Fólktatinginum fyri Villy Søvndal

Í morgin tekur enn ein føroyingur sæti á Fólkatingi í Danmark. Edmund Joensen og Sjúrður Skaale eru føroysku fólkatingsumboðini, men í morgin tekur Annika Smith sæti á Fólkatingið fyri danska flokkin SF.

 

Annika Smith er fjóðri varalimur. Hon sleppur nú í Fólkatingið, av tí at tey trý, ið eru áðrenn hon, hava sagt nei til at taka sætið.

 

- Eg fekk boðini fríggjadagin, og alt vikuskiftið havi eg fyrireikað meg bæði mentalt og praktisk, tí eg arbeiði í Uttanríkisráðnum, so her er nógv at gera, áðrenn eg fari í farloyvi í ein mánað, sigur Annika Smith, sum hevur brúkt tíð uppá at lesa nógv av tí, hon skal arbeiða við á Christiansborg. 

 

- Eg veit ikki so nógv enn heilt ítøkiliga hvørji mál, eg skal verða við til at viðgera, men eg veit, at tað verða evni sum skattapolitikkur, umhvørvið og mentan.

 

 

Annika Smith er fjórði varalimurin hjá SF í Keypmannahavnar-økinum. Hon fekk slakar 300 atkvøður á Fólkatingsvalinum í 2011.

 

Annika Smith er av Tvøroyri, men hevur búð meginpartin av lívinum í Danmark. Hon er útbúgvin kandidatur í menning og altjóða viðurskiftum. Hon hevur áður starvast fyri Norðuratlantsbólkin og hevur verið partur av landsnevndini hjá SF.

 

Hoyr Anniku Smith greiða frá við at trýsta á pílin undir myndini.