Annika av vøllinum við skaða

Eftir góðum 20 minttum small Annika Thomsen í gólvið, eftir at hon varð tacklað í skotroynd, og líkt er til, at Tjaldur nú hevur mist ein av sínum heilt týðandi spælarum.

Annika kom til Stjørnuna í ár, og hevur hon verið kanska størsti føroyski profilurin á liðnum. Men nú bendir altso á, at hennara leiklutur í finaluni er av á hesum sinni.