Komandi sunnu telur Anni Haraldsen upp listaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði.
Hon sýnir fram 25 áseymaðar myndir, sum næstan allar eru seymaðar í ár. Motivini eru øll úr Føroyum.
– Framsýningin letur upp klokkan 16.00, og øll eru vælkomin at støkka inn á gólvið. Sonur hennara, Kristian Haraldsen, spælir upp á guitar til høvið, siga fyrirreikararnir.